Í 2020 øktist talið á skottilburðum í amerikanska milliónbýnum New York City við 97 prosent í mun til árið fyri. Samstundis er talið á drápsmálum økt við 45 prosent, vísir uppgerð frá NYPD (New York Police Department), sum varð almannakunngjørd í gjár.
Frá miðskeiðis í mai til miðskeiðis í september í fjør hevði løgreglan skrásett fleiri skottilburðir í býnum enn í 2019. Talan er um 1.868 persónar tilsamans, sum vórðu raktir av skotum.
Nú ár 2020 er farið, kann NYPD staðfesta, at býurin hevur havt tilsamans 1.531 skottilburðir seinasta árið – 754 fleiri enn í 2019.
Í 2020 kannaði løgreglan eisini 462 drápsmál, sum er 143 fleiri enn í 2019. So nógvur harðskapur hevur ikki verið í býnum síðan 2006, tá 1.565 skottilburðir vórður skrásettir.
Hinvegin var talið á neyðtøkum, ránum og álopum lægri í 2020, og samlaða talið á brotsverkum var 0,9 prosent lægri í mun til árið fyri.
27. desember hevði mann skrásett 94.314 brotsverk í býnum – 845 færri enn í 2019, skrivar Ritzau.
Sambært umboð fyri NYPD kann økta talið á skottilburðum og drápsmálum m.a. vera orsakað av eini kausjónsnýskipan, sum kom í gildi fyrst í árinum, og tí vórðu alt ov nógv fólk leyslatin uttan kausjón.
Tá covid-19 byrjaði at gera um seg, vórðu fleiri fangar eisini leyslatnir í eini roynd at sleppa undan stórum smittuútbrotum í fongslunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald