Innanlands

New York: Eingin framgongd í fyrireikingunum

Atltantic Airways upplýsir fyri Kringvarpinum, at loyvi eru ikki komin uppá pláss, og kanningar eru ikki gjørdar. Harvið er óvist, um fúgvingin til USA kann byrja í heyst

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-06 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í ár boðaði Atlantic Airways frá, at eftir ætlan fór flogfelagið at byrja rutuflúgving til New York í heyst. Í mai komu týdningarmikil loyvi uppá pláss, men síðani er lítið hent. Hetta skrivar Kringvarpið í dag

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways sigur við KVF, at tey bíða enn eftir ymsum loyvum úr USA. Hetta er ikki óvanligt, tá flogfeløg skulu byrja rutuflúgving til New York.

Umboð úr USA skuldi koma til Føroya í summar at kanna ymisk viðurskifti, men hesar kanningar eru ikki gjørdar enn enn. Umboð hjá Atlantic Airways fara í næstum til USA í eini roynd at fáa gongd á, men Jóhanna á Bergi sigur, at tað kann gerast trupult at halda upprunaligu tíðarætlanina.

Stjótin í Atlantic Airways sigur við Kringvarpið í dag, at orsakað er ivasamt, um flúgvingin til New York byrjar í heyst. 

Um loyvini ikki koma uppá pláss skjótt, verður royndarflúgvingin útsett til í vár. Sambært Jóhonnu á Bergi hava tey tó ikki hava givið upp vónina um at flúgva til Newark-flogvøllin í New York í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder