Innanlands

New York-flúgvingin fyribils útsett

Arbeiðið við at fáa neyðugu loyvini er nógv meira umfatandi enn væntað, og tí byrjar flúgvingin til New York ikki fyrr enn í vár, sigur stjórin hjá Atlantic Airways

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-07 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir ætlan skuldi Atlantic Airways byrja at flúgva til New York nú í oktober, men hendan flúgvingin er fyribils útsett til í vár.

Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic Airways, við Kringvarpið.

Orsøkin til hetta er, at arbeiðið við at fáa neyðugu loyvini er nógv meira umfatandi, enn flogfelagið hevði roknað við.

Eftir ætlan fer Atlantic Airways at byrja flúgvingina til New York í mars næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder