Í løtuni sær tað ikki út til, at ferðafólk úr USA sleppa til Evropa, tá ES letur mørkini upp um eina viku. Tað vísa skjøl, sum New York Times hevur fingið hendur á.
Talan er um uppskot til ein felags lista yvir tey londini, sum ES ikki ynskir at lata upp fyri.
USA stendur á listanum, tí landið ikki hevur megnað at fingið tamarhald á koronasmittuni. USA hevur í løtuni, sambært worldometers.info, skrásett 2,4 mió. tilburðir og 123.000 andlát.
Onnur lond á listanum eru m.o. Russland, Brasil, Kina, Uganda, Kuba og Vietnam.
Í mars, tá Evropa gjørdist nýggi koronamiðdepilin, stongdi amerikanski forsetin, Donald Trump, eisini amerikonsku mørkini fyri ferðafólk úr flestu evropeisku londunum. Um mánaðarskiftið mai/juni, segði hann, at Evropa hevði "gjørt framstig", og tað bendi á, at hann ætlaði at linka nakrar av avmarkingunum. Enn er tó einki hent á hesum økinum, skrivar Politiken.
Sambært New York Times fer tað at hava týðandi fíggjarligar, mentanarligar og geopolitiskar avleiðingar, um amerikanarar ikki sleppa at ferðast til ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald