Fyrsti tilburðurin av coronavirusinum varð longu staðfestur tíðliga í desember.
Síðan tá hevur virusið skapt ótta um allan heimin, meðan fleiri nýggir tilburðir verða staðfestir hvønn dag, umframt at deyðstalið økist.
Seinastu vikurnar er Kina eisini vorðið meira og meira avbyrgt. Flogfeløg í hópatali eru fyribils givin at flúgva til landið, og fleiri stórbýir eru nærmast lagdir í oyði.
Sambært New York Times komu reaktiónirnar ov seint. Amerikanski miðilin avdúkaði í gjár, at kinesisku myndugleikarnir royndur at dylja upplýsingarnar um virusið, tá tað fyrst var uppdagað í desember.
Tað hava keldur úr Wuhan, har virusið verður mett at hava sín uppruna, greitt frá.
Tað byrjaði við, at en lækni í desember hevði viðgjørt ein sjúkling, sum hevði fingið ein herviligan virus. Læknin, sum starvaðist á einum sjúkrahúsi í Wuhan, royndi at ávara sínar starvsfelagar við at greiða frá tilburðinum í einum chatrúmi á netinum.
Hetta fall ikki í góða jørð hjá myndugleikunum, og sama dagin fekk hann vitjan av høgtstandandi umboðum hjá lokalu heilsumyndugleikunum, og varð hann noyddur at undirskriva eina váttan um, at hann hevði "handlað ólógliga".
Sambært New York Times valdu myndugleikarnir at dylja upplýsingarnar um álvarsligu sjúkuna.
Sum kunnugt, verður coronavirusið mett at hava sín uppruna á einum matsølutorgi í kinesiska býnum Wuhan. Hóast myndugleikarnir stongdu torgið, fekk almenningurin ikki veruliga orsøkina at vita.
Almenna frágreiðingin var, at tað vóru umvælingar, sum vórðu orsøkin og ikki at illgruni var um, at torgið kundi vera upprunastaðið hjá einari nýggjari, deyðaligari sjúku. Í miðlunum vístu myndugleikarnir eisini aftur, at talan kundi vera um eina smittusjúku. Lokala løgreglan segði enntá, at tey vóru í holt við at kanna átta fólk fyri at spaða leysasøgur um sjúkuna.
Ikki fyrr enn vit skrivaðu 20. januar, tóku kinesisku myndugleikarnir stig til at gera nakað við trupulleikan, og harvið mistu teir møguleikan at forða virusinum í at gerast ein farsótt, skrivar amerikanski miðilin.
Sambært nýggjastu tølunum eru nú 14.380 fólk smittað við coronavirusinum í Kina, og 304 hava latið lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald