Í tíggju av teimum seinastu 15 árunum hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, ikki goldið inntøkuskatt.
Tað vísir skattauppgerð hansara frá seinastu árunum, sum blaðið New York Times hevur fingið hendur á.
Eitt nú hevur hann bert goldið 750 dollarar (uml. 4.800 krónur) í inntøkuskatt í 2016, og tað sama er galdandi fyri 2017.
Sambært New York Times er orsøkin til, at Trump ikki hevur goldið inntøkuskatt, at hann hevur mist munandi fleiri pengar, enn hann hevur forvunnið.
Alan Garten, sakførari hjá Trump Organization sigur, at so gott sum allar upplýsingarnar hjá New York Times eru ógreiðar. Hann vil vera við, at Trump seinastu árini hevur goldið eina tvísiffraða milliónupphædd í skatt, skrivar Ritzau.
Í fleiri áratíggju hevur tað verið siðvenja, at amerikonsk forsetavalevni gera sjálvuppgávur sínar almennar, men talan hevur tó ikki verið um eitt krav.
Trump hevur leingi noktað at almannakunngera sínar skattaupplýsingar. Hann hevur eisini víst aftur, at upplýsingarnar hjá New York Times eru rættar, og rópar hann tær "fake news".
New York Times vil ikki geva sakførara hansara skjølini, sum tey hava fingið hendur á, av tí at blaðið ikki ynskir at avdúka sína keldu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald