Innanlands

Nexum til DM í íverksetan

Fýra næmingar úr Runavíkar skúla umboða Føroyar í kappingini um Danmarksmeistaraheitð

2024-04-24 17:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næmingar úr Runavíkar kommunuskúla, skulu umboða Føroyar í DM í Kolding í morgin.

Tað er til kappingina NextLevel, har fólkaskúlanæmingar úr 8.-10.flokki, úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum, kappast um at vinna Danmarksmeistaraheitið í íverksetan.

Bólkurin úr Føroyum er vinnarin av SkúlaFM 2024, sum varð hildið fyrr í ár. Hetta er árliga íverksetarakappingin, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Bólkurin, Nexum, hevur eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. NeXum kemur frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærarnir hjá teimum eru Súsanna Brekkum og Fróði Hansen.

Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar. Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið.

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður í Kolding í morgin, hósdagin 25. apríl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder