- Eitt gott hugskot, sum kann verða við at loysa eina samfelagsavbjóðing, sum samfelagið, vinnan og tey ungu kenna væl til, so greið vóru skotsmálini, sum dómarnir góvu vinnarunum NeXum, tá tey í dag vunnu SkúlaFM 2024.
SkúlaFM er árliga kappingin, ið Íverksetarahúsið skipar fyri, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan. Finalan var í dag í Varpinum í Klaksvík.
Bólkurin NeXum høvdu eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. Bólkurin, NeXum, kemur frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen.
Nummar tvey gjørdist Keliheim frá Skúlanum av Løgmannabreyt. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra hugskot, sum var ein tænasta, sum byggir brúgv millum djóraeigarar, ið hava tørv á at fáa síni kelidjór ansað og áhugaðar ansarar.
Nummar trý gjørdist Taste of sea úr Skúlanum av Giljanesi. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra hugskot. Tey høvdu ment ymiskar heilsugóðar vørur úr turkaðum laksi.
(Mynd: Íverksetarahúsið)
Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður í apríl. Betri og Føroyar Tele góvu 5.000,- kr. hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500,- kr. og 1.000,- kr.
Í ár vóru seks bólkar við í finaluni, sum hesaferð varð hildin í Varpinum í Klaksvík.
Dómararnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tí støði var so mikið høgt. Harafturat vístu dómararnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár. Í dómsnevndini sótu Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen, Oluffa Olufsdóttir frá Betri Banka og Lív Egilsdóttir Olsen frá Føroya Tele.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald