Uttanlands

Neyð og matvørutrot í Haiti

Talið av deyðum eftir jarðskjálvtan leygardagin er nú farið upp um tvey túsund

Leitað verður framvegis í húsaleivdunum í Haiti (Mynd: EPA)

Leitað verður framvegis í húsaleivdunum í Haiti (Mynd: EPA)

2021-08-19 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Karibiska landið Haiti er í svárari kreppu eftir jarðskjálvtan leygardagin. Fleiri hundrað fólk vanta mat og drekka. Tað segði Ariel Henry, forsætisráðharri í landinum í eini videorøðu í gjár.

Talið av deyðum eftir vanlukkuna er nú farið upp um tveytúsund til 2.189.

Í gjár vitjaði Ariel Henry býin Les Cayes, sum er tann harðast rakti býurin eftir jarðskjálvtan.

- Haiti ekur á knøunum. Jarðskjálvtin, sum hevur oyðilagt stóran part av landinum, vísir hvussu avmarkað og skroypilig vit eru, sigur forsætisráðharrin, sambært Reuters.

Øll sjúkrahús í landinum eru ovurfylt av teimum mongu særdu eftir vanlukkuna.

Heilsustarvsfólk arbeiða í fyribils tjøldum uttan fyri sjúkrahúsini fyri at bjarga lívinum hjá teimum nógvu hundrað særdu, harav fleiri eru børn.

Samlaða talið av særdum er nú komið upp um 12.000.

Bert tríggjar dagar eftir jarðskjálvtan varð Haiti rakt av einum tropiskum stormi, sum noyddi myndugleikarnar við at støðga við leitingini eftir livandi eitt skifti.

Jarðskjálvtin er ein tann ringasti í Latínamerika seinasti 25 árini, mett eftir talinum á deyðum.

Einasti skjálvti, ið var verri, var í 2010 – eisini í Haiti. Tá var almenna talið av deyðum oman fyri 300.000.

Haiti stríðist frammanundan við nógvan kriminalitet og við koronafarsóttina. Tað er bert góður mánaður síðani, at landsins forseti varð skotin og dripin í heimi sínum, meðan hann svav. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder