Uttanlands

Neyðrættarstøða í amerikanskum býi – Migrantar sova úti í kuldanum

Amerikanski marknabýurin El Paso hevur ikki pláss til at taka ímóti øllum migrantunum, sum koma úr Meksiko

Hesir migrantarnir ferðaðust um markið millum USA og Meksiko í februar í fjør (Mynd: EPA)

Hesir migrantarnir ferðaðust um markið millum USA og Meksiko í februar í fjør (Mynd: EPA)

2022-12-18 11:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í marknabýnum El Paso í amerikanska statinum Texas noyðast fleiri hundrað migrantar at sova á gøtuni í kulda, sum er undir frostmarkinum, tí at at pláss ikki er fyri teimum á móttøkumiðstøðunum í býnum.

Orsakað av hesum hevur Oscar Leeser, borgarstjóri í býnum lýst neyðrættarstøðu.

Hetta fer sambært borgarstjóranum at gera tað lættari fyri myndugliekunum í El Paso at geva migrantum eitt stað at vera. Millum annað kunnu myndugleikarnir seta fleiri pengar av til at flyta migrantar til aðrar býir. Oscar Leeser leggur afturat, at hann ynskir at tryggja, at fólk verða viðfarin við virðing, og at øll eru trygg.

Seinastu mánaðirnar eru tíggjutúsundatals migrantar komnir til býin úr Meksiko. Bert hesa vikuna eru í miðal 2.400 migrantar um dagin komnir um markið millum USA og Meksiko.

Samveldisstjórnin í USA arbeiðir við at flyta migrantar til aðrar býir í landinum, men kortini eru lokalu herbergini troðfull, og kenna fleiri seg tí noydd at sova á gøtuni, har kuldin í løtuni er undir frostmarkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder