Uttanlands

Neyðrættarstøða lýst í Nýsælandi

Tað hevur regnað illa seinastu dagarnar, og illveðrið hevur elvt til bæði vatnflóð og skriðulop, serliga á norðoynni – Fýra persónar hava latið lív

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2023-01-29 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Neyðrættarstøða er lýst í Nýsælandi, har tað hevur regnað illa síðan fríggjadagin.

Støðan er serliga hættislig á norðoynni, sum hevur verið rakt av vatnflóðum og skriðulopum seinastu dagarnar, og veðurfrøðingar ávara um framhaldandi ringt veður í dag og mánadagin.

Sambært Ritzau hava fýra persónar latið lív í illveðrinum. Túsundatals hús eru eisini uttan streym, meðan fleiri hundrað eru uttan vatn, upplýsa myndugleikarnir. James Shaw, ráðharri í veðurlagsmálum, sigur, at tað eru veðurlagsbroytingar, sum eru orsøkin til ógvusliga veðrið.

Nýggi forsætisráðharrin, Chris Hipkins hevur heitt á tær 1,6 milliónirnar, sum búgva í landsins størsta býi, Auckland um ikki at ferðast, uttan at tað er alneyðugt, og at halda eitt vakið eyga við familju og vinfólkum.

Hipkins sigur um oyðileggingarnar, at har er einki fordømi í nýggjari tíð, og borgarstjórin í Auckland ávarar eisini um, at uppruddingararbeiðið fer at vera ein risastór uppgáva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder