Fríggjanáttina okkara tíð varð fíggjarlógin í USA langt um leingi samtykt í Kongressuni. Á fíggjarlógini vóru 1,4 millardir dollarir settar av til hegn og landamørk, og hetta eru meira enn 4 millardir minni, enn Donald Trump hevur tørv á til 320 kilometra langa múrin á markinum til Meksiko.
Hetta fekk forsetan til, at í gjár til at lýsa tjóðarliga neyðrættarstøða. Hetta ger Donald Trump, so at hann kann fara úttanum Kongressuna fyri at fáa fígging til múrin. Trump kunngjørdi hetta á tíðindafundi í gjár uttanfyri Hvítu Húsini. Forsetin segði, at USA ikki hevur tamarhald á egna landamarkið
Trump hevur fingið nógvan og ógvusligan kritikk fyri hesa avgerðina. Tað er ikki heilt óvanligt at lýsa neyðrættarstøðu í USA; tað eru 31 slíkar í gildi nú, men tað í støðum, har tað veruliga er neyðugt. Trump segði sjálvur í gjár, at hann noyddist ikki at gera tað, men at hetta bert er ein skjótari máti, at fáa tingini gjørd uppá.
Júst hetta hevur skapt ónøgd, og staturin New York hevur longu sagt, at avgerðin verður tikin upp av einum dómstóli. Reuters skrivar, at umboðsmannatingi, har Demokratarnir hava yvirtal, hevur sent eitt bræv til Trump, har tað verður gjørt greitt, at rættarbólkurin í tinginum fer at kanna málið.
Tað var eitt av størstu vallyftunum hjá Donald Trump at byggja múrin til Meksiko. Hetta er enn eitt tekin um, at hann gera alt, fyri at fáa hetta ígjøgnum. Tað eydnaðist ikki at fáa meksikanarnar at gjaæda, tað eydnaðist ikki at fáa egnu Kongressu, og nú fer 72-ára gamli forsetin til ytsta mark fyri at fáa tær 5,7 neyðugu millardirnar.
Uttanlands
Neyðrættarstøðan kann føra til sakarmál ímóti Trump
Átøkini hjá Donald Trump fyri at fáa fígging til múrin fær allarhelst avleiðingar
Mynd: EPA
2019-02-16 11:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald