15 fjallaklintrarar doyðu í fjør á fjallinum, sum á hvørjum ári dregur gott 25.000 ferðafólk at sær. Framyvir kann ein eisini enda við at verða revsaður við upp í tvey ár í fongsli, um ein ikki hevur bílagt pláss á Mont Blanc.
Mont Blanc liggur í fronsku alpunum og er 4807 metrar høgt, og frá í dag noyðist ein at bíleggja sær pláss á ein av sonevndu skjólunum á fjallinum, um ein ætlar sær upp á fjallið og roknar við at skula yvirnátta har.
Ger ein ikki tað, kann revsingin vera upp í tvey ár í fongsli og eina bót á 300.000 evrur (uml. 2,24 mió. í okkara krónum), skrivar TV2.
Franskir myndugleikar hava sett hesar nýggjar trygdarreglur í gildi fyri at bøta um trupulleikar í sambandi við nógvu ferðafólkunum, sum á hvørjum ára royna at klintra upp á tindin á Mont Blanc.
Sambært myndugleikunum hava trupulleikar ofta verið við ov nógvum ferðafólkum. Tey kunningarátøkini, sum hava verið higartil hava ikki riggað.
Fríggjadagin doyði ein slovakiskur fjallaklintrari, sum datt 250 metrar niður, tá hann var á veg niðan.
Nýggju reglurnar eru galdandi til september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald