Innanlands

Neyðugt at hækka inngjaldið, um hámarksupphæddin skal hækkast

Hámarksupphæddin fyri útgjald í Barsilsskipanini hevur verið 25.000 krónur síðan 2004, og skal upphæddin hækkast við eitt nú 2.000 krónum, fer hetta at kosta 5,8 milliónir krónur, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2022-07-07 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hámarksupphæddin fyri útgjaldið í Barsilsskipanini er í løtuni 25.000 krónur, og skal upphæddin hækkast við avíkivíst 1.000, 2.000 og 3.000 krónum, verður mett, at tað fer at økja útgjaldið úr skipanini við ávikavíst 2,8, 5,8 og 8,9 milliónir krónur.

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum í svari til fyrispurning hjá Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum.

Beinir Johannesen vísti á, at hámarksupphæddin í Barsilsskipanini hevur verið óbroytt síðan 2004, og síðani hava bæði lønar- og prísvøkstur verið í samfelagnum, og er tí helst tørvur á at endurskoða hesa upphæddina.

Landsstýrismaðurin sigur, at skal hámærksupphæddin hækkast, verður samstundis neyðugt at økja um inngjaldið í skipanina.

Hetta verður mett at økja inngjaldið við 0,016, 0,032, og 0,049 prosentstigum, um upphæddin skuldi hækkast við ávikavíst 1.000, 2.000 og 3.000 krónum.

[object Object]

Talan er tó um eina leysliga meting, tí tað er sera trupult at fáa nágreinilig hagtøl úr KT-skipanini, sum Barsilsskipanin brúkar. TAKS arbeiðir við at menna eina nýggja KT-skipan til Barsilsskipanina, har tað verður lættari at gera metingar, sigur Magnus Rasmussen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder