Innanlands

Neyðugt at tálma útreiðsluvøkstrinum í almennu útreiðslunum

Búskaparráðið mælir til, at politiska skipanin setir í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk fyri land og kommunur við tí endamáli at tálma almenna útreiðsluvøkstrinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-09 11:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsbanki Føroya: Føroyski búskapurin er ikki fíggjarpolitiskt haldførur. Verður hugt fram í tíð, renna almennu útreiðslurnar frá almennu inntøkunum, verða nýskipanir og átøk ikki framd, sí mynd 1, har reyða strikan er útreiðslur og bláa strikan er inntøkur.

[object Object]

Viðurskifti, ið lækka almennu útreiðslurnar ella hækka inntøkurnar, bøta um fíggjarpolitiska haldførið.

Umframt at stilla pensjónsaldurin, soleiðis at restlivitíðin sum pensjónistur, ikki bert fer til pensjónistatilveru, men eisini virkin ár arbeiðsmarknaðinum, er eisini neyðugt at tálma útreiðsluvøksturin á almennu útreiðslunum.

Mynd 2 vísir rakstrarútreiðslurnar hjá almenna geiranum í Føroyum. Almenni geirin í Føroyum fevnir um land, kommunur, sosialar grunnar og ríkisfyrisiting. Í Føroyum er almenni geirin ein lutfalsliga stórur partur av samlaða búskapinum. Framleiðslan hjá almenna geiranum fevnir um tænastuveitingar til ávikavist einstaklingin og til felagsnýtslu. Einstaklinga tænastuveitingarnar eru tøkar fyri allar íbúgvar, ið hava ein ávísan tørv. Summar av tænastuveitingunum skulu íbúgvarnir ikki gjalda fyri; millum annað tænastur hjá Almannaverkinum ella útbúgving, meðan aðrar hava eitt ávíst brúkaragjald, til dømis barnaansing.

Samlaðu almennu rakstrarútreiðslurnar eru vaksnar á hvørjum ári í tíðarskeiðinum 1998 til 2022 í krónum og oyrum (sí høgra ása í mynd 2 niðanfyri) og størstu postarnir eru heilsa, útbúgving og almannamál.

Sum partur av BTÚ sær gongdin út til at vera meira støðug, (sí vinstra ása í mynd 2 niðanfyri), men her skal eisini havast í huga, at búskaparvøksturin seinastu árini hevur verið stórur. Tað vil siga, at almenni inntøkuvøksturin allur er farin til útreiðsluvøkstur, heldur enn at leggja pening til síðis.

Búskaparráðið mælir til at seta í verk eitt fíggjarpolitisk regluverk fyri land og kommunur. Í konjunkturfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum á heysti 2023, verður mælt til, at hetta verður gjørt við at seta eitt rakstarútreiðsluhámark, umframt at tað eigur at vera eitt krav at gera eina framskriving av almennu inntøkunum og útreiðslunum, so hvørt sum politisk tiltøk verða skotin upp, eitt nú 10 og 20 ár fram í tíð, sí nærri í konjunkurfrágreiðingini frá á heysti 2023.

[object Object]

Les meira í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder