
Síðani Eysturoyartunnilin lat upp, hevur nógv verið skrivað og kjakast um ferðaætlanin hjá Strandferðsluni á nøkrum leiðum.
Tað er serliga leið 400 - millum Klaksvík og Tórshavn - har tað hava verið nakrar knútar, ið nógv vilja hava loyst. Tá nýggja ferðaætlanin varð avdúkað, vóru tað serliga tey í Sundalagnum og á vestara armi av Skálafjørðinum, ið vóru ónøgd.
Fyri tveimum vikum kunngjørdi Strandferðslan, at ætlanin er at gera broytingar á fýra av leiðunum - leið 400, 401, 440 og 450. Hetta kemur eftir ætlan í gildi 1. apríl, og í løtuni eru tillagingarnar til hoyringar.
Les eisini: Ferðaætlan fyri fýra leiðir sent til almenna hoyring
Síðani tær vórðu sendar til hoyringar, hava nógvar røddir verið frammi og víst sína ónøgd. Serliga hava tað verið klaksvíkingar, og í gjár kom borgarstjórin í Eysturkommunu eisini fram við sínari meining. Ætlanin er, at bert ein túrur aftur og fram millum Klaksvík og Havnina, har koyrt verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin.
Í viðtalu við Kringvarpið í gjár segði Hilmar Eliasen, at neyðugt er við eykajáttan, um bussambandi skal betrast. Stjórin í Strandferðsluni segði eisini, at ein arbeiðsbólkur fer at taka saman um viðmerkingarnar, sum koma, tá hoyringarfreistin er farin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald