Innanlands

NIAR: Jákup Petur og Ken givnir

Jákup Petur Eliassen fekk trupulleikar í knænum í nátt. Tá vórðu teir staddir nærhendis Lokkaskarð á Borðoynni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-17 10:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska liðið, mannað við Jákup Peturi Eliassen og Ken Bærentsen, sum hevur luttikið í óvanliga hørðu treystikappingini North Islands Adventure Race kring Føroyar í hesum døgum, hevur tikið seg úr kappingini.

Sambært upplýsingum á Facebook, so mátti Jákup Petur Eliassen gevast í nátt eftir at hava fingið trupulleikar við knænum. Á Facebookvanga hansara sæst Jákup Petur á høkjum, har kona hansara skrivar, at tey eru á veg í røntguna at kanna knæið.

Sum skilst, so varð Jákup Petur heintaður við tyrlu í nátt nærhendis Lokkaskarði á Borðoynni.

Fyrstu luttakararnir í treystikappingini komu á mál í Havn seinnapartin í gjár. Men enn eru fleiri luttakarar enn úti á rutuni. Síðsta avbjóðingin er at koma upp á Villingardalsfjall, norðast á Viðoynni, áðrenn seinasta súkklutúrin til Havnar.

Fylg við NIAR kappingini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder