Hetta er eitt hál av teimum heilt stóru. Heimskendu Backstreet Boys hava bert konsertir í Las Vegas komandi mongu árini, men ein av limunum í dreingjabólkinum, Nick Carter, hevur avgjørt at leggja leiðina framvið Føroyar til Voxbotn í summar.
- Vit kenna hann frá løgum sum ‘I want it that way’ og ‘Quit playing games with my heart’. Hesin harrin hevur ríkað kvinnuhjørtu líka síðan hann var tannáringur og áhugin fyri honum er ikki minkaður við árunum, siga fyriskipararnir.
Eftir ein steðg uppá sjey ár, hava fjepparar kring allan heim bíðað eftir, at hann ger sítt comeback. Og tað er nú. Tað er gravgangur hjá fyriskiparum at fáa fatur á Nick, eins og tað er gravgangur hjá fjepparunum at fáa fatur á atgongumerkjum.
- Í Føroyum eru vit nú so heppin, at tað er eydnast okkum at sleppa uppí part. Nick Carter er nærum betri umtóktur enn nakrantíð og er tað sera stórt, at tað hevur eydnast Voxbotn at fáa hann til Føroya. Hetta kemur hann, í samband við hansara ‘Who Am I’ konsertferð í gjøgnum Europa, saman við orkestri sínum.
Hetta verður ein syngið við løta av teimum heilt stóru, tá løg sum ‘Everybody’, Shape of My Heart’ og ‘As long as You Love Me’ fara at runga í býnum. Fyriskipararnir vænta, at hetta verður ein av orsøkunum til, at Voxbotn enn einaferð verður útselt í 2024.
Frammanundan er greitt, at Justin Jesso, Peter A.G, Tobias Rahim og Gobs koma á Voxbotn 2024 sum verður 29. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald