54 ára gamli Nick Hækkerup, ið hevur verið danskur løgmálaráðharri síðan juli 2019, boðaði í gjár frá, at hann gevst í politikki og harvið eisini sum ráðharri.
Í staðin skal hann vera stjóri fyri Bryggeriforeningen.
Í dagføring á Facebook, sum danskir miðlar endurgeva, skrivar hann, at hann er takksamur fyri øll tey árini, hann hevur havt møguleika at gera mun í politikki, og er tað ikki orsakað av ónøgdsemi, at hann nú gevst.
Heldur er tað tí, at hann seinastu tíðina hevur kent á sær, at hann hevur tørv á nýggjum avbjóðingum.
– Í meira enn 20 ár havi eg verið fulltíðarpoltikari, sum borgarstjóri, fólkatingslimur og ráðharri, og tíðin er komin at gera mína ávirkan galdandi og skapa úrslit aðrastaðni, uttan fyri politik, skrivar hann.
Avgerðin hjá Nick Hækkerup hevur við sær, at har verða fleiri broytingar í donsku stjórnarráðunum.
Sambært donskum miðlum verður tað 41 ára gamli Mattias Tesfaye, sum seinastu tíðina hevur verið ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum, sum verður nýggjur løgmálaráðharri.
Nýggjur ráðharri í útlendingamálum verður Kaare Dybvad Bek, sum hevur verið ráðharri í innlendis- og bústaðarmálum. Nýggjur ráðharri í innlendis- og bústaðarmálum verður Christian Rabjerg Madsen, fólkatingslimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald