Mentan

Niclas Heri Jákupsson við nýggjari jólabók

Hann hevur savnað saman søgur, sum hann hevur lisið í Kringvarpinum til jóla gjøgnum 10 ár – Thierry Capezzone, sum er kendur fyri at hava teknað teknirøðina um Rasmus Klump, hevur myndprýtt

2020-10-25 15:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 10 ár hevur Niclas Heri skrivað jólasøgur, sum hann hvørt ár hevur lisið í Kringvarpinum til jóla. Nú hevur Niclas Heri savnað allar hesar søgur saman, og um hálvan november koma allar hesar hugnaligu og jólaligu søgur, út á marknaðin sum bók.

Bókin hevur fingið heitið "Okkara Jólabók", og er tað felagið FEGIN, sum gevur bókina út.

Tað er kendi franski teknarin Thierry Capezzone, sum hevur prýtt bókina við hugnaligum myndum. Thierry er millum annað kendur fyri at hava teknað teknirøðina um Rasmus Klump.

Bókin, sum er 100 síður, er ætlað til familjuna - og er sera væl egnað hjá ommun, abbum, mammum og pápum at lesa fyri teimum yngru.

Bókin er at fáa í øllum bókabúðum um hálvan november.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder