Uttanlands

Nicola Sturgeon ætlar at skipa fyri nýggjari fólkaatkvøðu

Um skotski tjóðskaparflokkurin fær góða undirtøku á skotska valinum í mai, ætlar skotski fyrstiráðharrin at skipa fyri nýggjari fólkaatkvøðu um loysing, hóast Boris Johnson er ímóti

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon (Mynd: EPA)

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon (Mynd: EPA)

2021-01-24 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon sigur í dag, at hon ætlar at hava eina lógliga fólkaatkvøðu um loysing frá Stórabretlandi, hóast bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson er ímóti tí.

Í mai verður lokalval í Skotlandi, og um flokkur hennara, Scottish National Party (SNP) fær eitt gott val, ætlar hon at skipa fyri fólkaatkvøðu.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson sigur, at ein slík atkvøða eigur bert at verða hildin einaferð hvørt ættarlið, og seinast skipað var fyri slíkari fólkaatkvøðu var í 2014. Tá atkvøddi meirilutin ímóti. Tí fer hann at nokta skotum at skipa fyri enn einari fólkaatkvøðu.

Nicola Sturgeon sigur sambært AFP, at meiningakanningar í løtuni vísa, at meirilutin av fólkinum ynskir eitt sjálvstøðugt Skotland.

Ein meiningakanning hjá Sunday Times vísir m.a., at 50 prosent av skotskum veljarum ynskja eina nýggja fólkaatkvøðu innanfyri næstu fimm árini. Eisini vísir hon, at 49 prosent høvdu atkvøtt fyri loysing, meðan 44 høvdu atkvøtt ímóti. Í 2014 atkvøddu 55 prosent av veljarunum ímóti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder