Innanlands

Niðursett hámarksferð við Norðasta Horn kostar

Í gjár fingu tveir bilførarar treytaða frádøming og tveir aðrir fingu klipp fyri at koyra lutfalsliga alt ov skjótt á strekkið í høvuðsstaðnum

Tveir bilførarar fingu treytaða frádøming fyri at koyra ávíkavavist 86 km/t og 94 km/t. Tveir aðrir - sum koyrdu 83 km/t og 79 km/t sluppu eitt sindur lættari: Klipp og bót. Vatkleiðarin ávarar serliga tey, sum koma úr Sandoyartunnlinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-10 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur broytt hámarksferðina á einum vegastrekki millum Ringvegin og móti Velbastaðhálsi (rulliportrinum). Hetta er undir og framvið Norðasta Horni.

Fyrr kundi man koyra 80 her, eins og vanligt er á landsvegi, men nú er hámarksferðin 60.

Um fleiri bilførar ikki eru varugur við hetta skal ikki sigast endaliga, men tá løgreglan gjørdi ferðmátingar har í gjár kundi staðfestast, at fleiri koyrdu lutfalsliga alt ov skjótt á strekkinum.

Tveir bilførarar fingu treytaða frádøming fyri at koyra ávíkavavist 86 km/t og 94 km/t. Tveir aðrir - sum koyrdu 83 km/t og 79 km/t sluppu eitt sindur lættari: Klipp og bót.

Hesum boðar vaktleiðarin á løgreglustøðini frá í morgun.

Hann sigur, at kanska serliga sandoyingar, og fólk sum annars koma úr undirsjóvartunnlinum,  skulu vera varugur við hetta: At talan er um 60 km/t øki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder