Innanlands

Niðursett hoyrn ávirkar lívsumstøðurnar hjá fólki

Hósdagin var frágreiðing um lívumstøðurnar hjá fólki, ið hava niðursetta hoyrn, løgd fram í Smæruni

Mynd: Granskingarráðið

Mynd: Granskingarráðið

2021-05-09 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 6. mai skipaði felagið Hoyr fyri tiltaki í Smæruni. Í hesum sambandi var ein frágreiðing um lívsumstøðurnar hjá fólki, ið hava niðursetta hoyrn, løgd fram. Tiltakið varð skrifttulkað, og fitt av fólki møtti upp.

Ása Olsen, forkvinna í Hoyr, bjóðaði vælkomin og greiddi frá bakgrundini fyri verkætlanini, og síðani legði Majbritt Jacobsen, sum hevur staðið fyri verkætlanini, sjálva frágreiðingina fram. Aftaná var kjak.

Ása Róin hevur verið fakligur vegleiðari, og verkætlanin er fíggjað av Sjúkrakassagrunninum. Frágreiðingin, ið kallast ”Hvussu eru Lívsumstøðurnar hjá fólki, ið hava niðursetta hoyrn í 2020” kann lesast her

Vitanin frá verkætlanini skal nýtast til at kunna almenningin um lívsviðurskiftini hjá fólki, ið hava niðursetta hoyrn, tað veri seg í skúla, á arbeiðsmarknaðinum og hjá teimum eldru. Soleiðis verður tryggjað, at fólk við niðursettari hoyrn, verða javnsett við tey, sum hoyra, og at leiðsla og skúli og/ella starvsfelagar fáa frálæru í góðum samskiftishættum, góða kunningarstrategi og tílíkt, skrivar Granskingarráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder