Innanlands

Niels fekk ársins herðaklapp

Sunda kommuna heiðrar honum fyri at vera ein sjálvboðin drívmegi til frama fyri ungdómin í økinum í mong ár

Niels Petersen her saman við Jógvan Kruse, borgarstjóra, og Eyðstein Zachariassen, varaborgarstjóra og formanni í trivnaðarnevndini (Mynd: sunda.fo)

Niels Petersen her saman við Jógvan Kruse, borgarstjóra, og Eyðstein Zachariassen, varaborgarstjóra og formanni í trivnaðarnevndini (Mynd: sunda.fo)

2024-09-16 14:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá mantanardagarnir í Sunda kommunu vórðu settir í Skúlanum við Streymin fríggjakvøldið, varð avdúkað, at Niels Petersen fær heiðurin ”Ársins herðaklapp 2024” frá Sunda kommunu.

Sunda kommuna hevur nógv tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi. Siðvenja er at handa hendan heiður tá árligu mentanardagarnir byrja.

Í ár hevði trivnaðarnevndin valt, at Niels Petersen skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2024”. Grundgevingin fyri at geva Niels Petersen heiðurin ljóðaði millum annað soleiðis:

"Ársins herðaklapp 2024 fær Niels Petersen, fyri sítt miðvísa arbeiði at seta felagið Streym á stovn, og fyri at vera ein savnandi og sjálvboðin drívmegi til frama fyri ungdómin í økinum í mong ár. Hetta hevur havt stóran týdning fyri eftirtíðina í Sunda kommunu"

Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 krónur og ein gáva úr føroyskum gróti, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder