Mentan

Niels Jensen sýnir fram í Smiðjuni

Í døgunum fríggjadagin 22. apríl - týsdagin 26. apríl verður framsýning hjá Niels Jensen í Smiðjuni í Lítluvík

2022-04-20 22:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadag seinnapart letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík. 

Á framsýningini verða akrylmálingar, umframt kol og pastellmyndir, sum eru teknaðar á krossvið. Myndaevnini eru tikin frá gomlum myndum, ið vísa ein part av lívinum heima hjá ommuni, Ásu í rabarbukvarterinum í Havn, har Niels búleikaðist stóran part av barndómsárunum.

Niels hevði sína fyrstu framsýning í Smiðjuni fyri 26 árum síðani. Síðan tá hevur list hansara verið sýnd fram fleiri ferðir í Smiðjuni, umframt at hann hevur sýnt fram í Danmark, har hann eisini hevur fingið undirvísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum. 

Framsýningin letur upp fríggjadagin 22. apríl klokkan 14, og verður hon opin til og við týsdagin 26. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder