Frá í morgin, fríggjadegnum 14. juni, til týsdagin 18. juni verður framsýning hjá Niels Jensen í Smiðjuni í Lítluvík.
Á framsýningini verða bæði málningar og koltekningar. Myndaevnini eru ymisk - alt frá bókum til mánalýsi.
Niels hevur sýnt fram í Smiðjuni fleiri ferðir áður, og eisini hevur hann luttikið á framsýningum í Danmark, har hann eisini hevur fingið undirvísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 14. juni klokkan 14, og verður hon opin til og við týsdagin 18. juni.
Upplatingartíðirnar eru hesar:
Fríggjadagin: 14-20
Leygardagin: 12-20
Sunnudagin: 12-20
Mánadagin 14-20
Týsdagin: 14-20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald