Innanlands

Niels Juel á Havnarmola

Almenningurin verður boðin umborð til opið skip seinnapartin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-14 09:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska fregattin Niels Juel liggur við Havnar mola í dag, og seinnapartin er almenningurin bjóðaður umborð.

- Vit vóna at síggja so nógv sum møguligt umborð til opið skip millum klokkan 14 og 16, skrivar Arktisk Kommando á Facebook. Gestirnir fáa møguleika at síggja fregattina innanífrá og fáa eitt innlit í hvussu arbeiðsplássið hjá manningini sær út.

Fólk skulu rokna við einum gongutúri undir eftirliti út á Molan, tí tað er ikki møguleiki fyri at koyra út sjálvur, skrivar Arktisk Kommando.

Hetta skipið er tað fjórða hjá donsku sjóverjuni, sum er uppkallað eftir donsk-norsku sjóhetjuni Niels Juel, admirali, sum livdi frá 1619 til 1697 gjøgnum tíðina.

Núverandi fregattin er frá 2011 og er av sonevnda Iver Huitfeldt-klassanum. Fregattin er 138,70 metrar long og 19,75 metrar breið og stingur 5,30 metrar.

Hon kann halda eina ferð á 28 míl, og manningin telur umleið hundrað, tó at pláss er fyri 165 umborð. 

[object Object]
Á middegi vitjar ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, í Tinganesi, við Niels Juel beint uttan fyri vindeygað (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder