Vápnaðir menn lupu í gjár á eina katólska kirkju í Útsynningsnigeria, og í hesum sambandi vórðu í minsta lagi 50 fólk, harímillum børn, dripin.
Menninir bæði drupu og særdu kirkjufólk uttanfyri kirkjuna, sigur talsfólk hjá løgregluni í nigerianska statinum Ondo.
Løgreglan er í ferð við at kanna málið, og enn er ógreitt, hvørjir menninir eru, og hvat motivið var.
Tað er ikki ofta, at slíkt hendir í útsynningspartinum av Nigeria.
Ein lækni, sum ynskir at verða ónevndur, sigur sambært Ritzau, at í minsta lagi 50 lík vórðu flutt á tvey sjúkrahús eftir álopið, og neyðugt varð at geva blóð fyri at viðgera tey særdu.
Muhammadu Buhari, forseti í Nigeria hevur fordømt álopið, sum hann sigur vera andstyggiligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald