Innanlands

Níggju 1. viðgerðir á skránni í dag

Á skránni á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10, er m.a. 1. viðgerð av uppskotinum um dagpengar til foreldur, sum hava børn yngri enn 14 ár í sóttarhaldi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-08 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tingfundur verður í dag klokkan 10, og á skránni eru heilar níggju 1. viðgerðir.

Talan er m.a. um uppskot um dagpengar, sum snýr seg um at geva foreldrum rætt til dagpengar, um tey hava børn yngri enn 14 ár, sum eru í sóttarhaldi.

Á skránni er eisini eitt uppskot um broyting í løgtingslógini um tinglýsing, og eitt uppskot til løgtingslóg um framtíðarfulltrúa.

Umframt 1. viðgerðirnar er 3. viðgerð av uppskotinum um stuðul til avlýstar tónleikafestivalar, og framløga eisini á skránni.

Skráin fyri dagsins tingfund sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder