Uttanlands

Níggju bátar upp í royk í nátt

Virði fyri milliónir brendu í bátahavn í Noregi

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2019-04-11 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíðliga í morgun fekk løgreglan í Bømlo, nakað sunnan fyri Bergen í Noregi, fráboðan um, at fleiri frítíðarbátar stóðu í ljósum loga í havnini í Klenevågen.

Sløkkilið vóru skjót á staðnum, og fingu sløkt ógvusliga eldin rættiliga skjótt, men skaði fyri milliónavirði er hendur á fleiri bátar, skrivar NRK á netinum.

Tilsamans vórðu níggju bátar raktir av eldsbrunanum. Í morgun lógu seks teirra á botni, og ein var partvíst sokkin. Tveir afturat hava fingið umfatandi skaða umframt ein partur av havnini, skrivar NRK.

Einki bendir á, at nakar persónur var til staðar, tá eldurin kyknaði.

Størsti báturin, ið varð raktur var ein 35 fót bátur. Mett verður, at virði fyri millum tríggjar og fýra milliónir norskar krónur fóru upp í royk í eldinum. Enn kunnu myndugleikarnir einki siga um orsøkina, men tað er ikki óvanligt, at brek á el-innleggingunum kunnu vera orsøk til slíkar eldsbrunar. 

[object Object]
Soleiðis sá út eftir at eldurin var sløktur (Mynd: NRK)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder