Innanlands

Níggju bilførarar bót fyri brot á ferðslulógina

Sótu ikki í trygdarbelti ella tosaðu í telefon undir koyring

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-28 08:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðsluløgreglan skrivaði í gjár níggju mál í økinum kring Klaksvík fyri brot á ferðslulógina.

Tað vóru fleiri, sum ikki sótu í trygdarbelti, millum annað sat eitt barn uttan trygdarbelti, og fleiri brúktu handhildna telefon meðan koyrt varð.

At ikki nýta trygdarbeltið og brúka telefon gevur bót, meðan tað, at eitt barn situr í bili uttan trygdarbelti hevur við sær eitt klipp í koyrikortið hjá bilføraranum.

Hetta var fyrrapartin í gjár, men annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið, upplýsti vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder