2019-11-15 09:24
Seinasta samdøgrið hevur verið serstakliga friðarligt, sigur løgreglan, og hóast hált hevur verið úti, hevur einki óhapp verið í hálkuni.
Tíðliga seinnapartin í gjár var løgreglan tó úti og gjørdi ferðamátingar Í Streymoynni, og har vóru tíggju mál skrivað.
Níggju bilførarar fingu bót, og ein bilførari í Kollafirði fekk klipp fyri at koyra 76 km/t í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald