Mentan

Níggju filmsverkætlanir fingið stuðul

10 umsóknir komu inn um tilsamans 1,3 milliónir krónur - Játtanin til fjórða stuðulsumfarið er 1,2 milliónir krónur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-06 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Til fjórða stuðulsumfarið í ár hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins tikið avgerð um at veita hesum níggju filmsverkætlanunum stuðul.

10 umsóknir komu inn, sum søktu um tilsamans góðar 1,3 milliónir krónur.

Samlaða filmsjáttanin fyri 2025 eru 4,6 milliónir krónur. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga. Stuðulsupphæddin, ið lutað verður út í hesum fjórða stuðulsumfarinum, er góðar 1,2 milliónir krónur. 

Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar og hevur avgjørt at veita hesum filmsverkætlanum stuðul:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder