2020-12-14 14:25

Leygardagin kannaði kanningarstovan Thetis manningina á danska sjóverjuskipinum Thetis í Klaksvík.
Úrslitið var, at níggu vórðu staðfest covid-19 positiv, ið er ein fimtingur av manningini. Tí varð avgjørt at fara beint aftur til Danmarkar, har manningin aftur verður kannað og koyrt í sóttarhald.
Lars Nielsen, kommandørkapteynur og stjóri á sjóverjuskipinum, sigur við Útvarpið, at tað er ógreitt, hvaðani smittan stavar, men at eingin av manningini hevur álvarslig sjúkueyðkenni.
Hoyr innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald