Níggju fólk eru deyð í tveimum skottilburðum í týska býnum Hanau í Hessen í gjárkvøldið. Løgreglan í Hessen upplýsti fyri dpa tíðindastovuni tíðliga í morgun, at alt bendir á, at illgerðarmaðurin er funnin, deyður í egnu íbúð síni. Í íbúðini funnu tey enn ein deypan persón.
- Ein av teimum báðum deyðu persónunum er helst gerningsmaðurin, sigur løgreglan.
Enn eru ikki nærri upplýsingar komnir fram um tey deyðu fólkini í íbúðini.
Sambært blaðnum Bild, var gerningsmaðurin týskur ríkisborgari. Í bili hansara fann løgreglan lóður og eina maskinbyrsu.
Fyrsta álopið hendi um 22 tíðina í gjárkvøldið á eina vatnpípucafé í miðbýnum í Hanau. Trý fólk vórðu dripin framman fyri bygningin, skrivar miðilin OP-Online. Vitni hoyrdu eini tíggju skot tilsamans.
Síðan flýddi gerningsmaðurin, helst í bili, til ein býarpart, sum eitur Kesselstadt í vestara parti av Hanau.
Her ringdi hann upp á duraklokkuna í eini vatnpípukafé, og skjeyt og drap fimm fólk, sum vóru í roykiøkinum, upplýsir Bild.
Offrini, harav ein var kvinna, vóru øll kurdar av uppruna.
Í Hanau búgva næstan 100.000 fólk. Býurin liggur 20 kilometrar frá Frankfurt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald