Svenska løgreglan upplýsti seinnapartin, at tað vóru sjey menn og tvær kvinnur, ið lótu lív, tá eitt flogfar datt niður í norðara parti av landinum í gjár. Talan var um eitt lítið flogfar, og har øll umborð lótu lív. Hetta er ringasta flogvanlukkan í Svøríki í 30 ár.
Tað er framvegis ikki eydnast at eymerkja tey deyðu. Tað er heldur ikki endaliga staðfest, hví lítla flogfarið datt niður, men sambært eygnavitni og einari filmsupptøku varð ein av vongnum brotin av. Dagens Nyheter skrivar, at ein brotin vongur varð funnin nakað við síðuna av restina av vrakinum.
Umborð vóru átta fólk, ið skuldu leypa úr fallskýggja, umframt ein flogskipari. Eitt eygnavitni segði við svenska ríkissjónvarpið, SVT, at fleiri persónar lupu úr flogfarinum, áðrenn tað datt niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald