Innanlands

Níggju fráboðanir um stormskaðar í gjár

Talan var tó ikki um stórar skaðar, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-01-29 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvur vindur var í gjár, og í hesum sambandi fekk løgreglan eisini nakrar fráboðanir um stormskaðar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at tey fingu níggju fráboðanir í gjár. Tann fyrsta kom klokkan hálvgum níggju, og tann síðsta klokkan 15.

Talan var tó ikki um stórar skaðar. Fráboðanirnar snúðu seg um klædning og takplátur, sum vóru farnar í vindinum, ein brotnan bilrút, eitt vindeyga, sum var farið, og ein leka.

Fráboðanir komu m.a. úr Trongisvági, Gøtu, Klaksvík og Skálavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder