Innanlands

Níggju grundstykki koma afturat í Nólsoy

Eitt prosjekt varð gjørt við 15 grundstykkjum, men bert átta vórðu gjørd klár. Nú vísir tað seg, at pláss er fyri 17 grundstykkjum, og verður nýggja verkætlanin níggju grundstykkir

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-05-26 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur í nógv ár arbeitt við at gera eina útstykking í Nólsoy.

Eitt prosjekt varð gjørt við 15 grundstykkjum, men bert átta stykkir vórðu gjørd klár. Ætlanin var at gera restina, alt eftir hvussu stórur eftirspurningurin fór at verða, og eftirspurningurin eftir grundstykkjum í Nólsoy er nú so stórur, at útstykkingin eigur at verða gjørd liðug, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Sambært kommununi vísir tað seg, at pláss er fyri 17 heldur enn 15 grundstykkjum, og sostatt verður nýggja verkætlanin níggju grundstykki.

Sambært kostnaðarmeting fer tað at kosta um 1,5 mió. at gera útstykkingina klára til tey níggju írestandi grundstykkini. Í fyrstu atløgu er talan um útlegg í sambandi við gerð av nýggjari útstykking. Tá øll stykkini eru seld, hvílur verkætlanin fíggjarliga í sær sjálvum.

Mælt verður nú til at gera arbeiðið klárt til útboð, at taka av lægsta tilboði og at seta arbeiðið í gongd. Fíggjarnevndin hevur samtykt málið, sum kemur fyri býráðið hóskvøldið, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder