Innanlands

Níggju koronutilburðir í 942 kanningum

Átta persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum - ein persónur er staðfestur smittaður fýra dagar eftir komu til Føroyar. Smittutalið er lægri enn í gjár

Átjan fólk ikki longur eru skrásett sum smittað - ein persónur er útskrivaður (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Átjan fólk ikki longur eru skrásett sum smittað - ein persónur er útskrivaður (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-10-08 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, hósdagin 7. oktober, vórðu níggju nýggir kronutilburðir staðfestir í Føroyum. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

- Átta persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum. Ein persónur er staðfestur smittaður fýra dagar eftir komu til Føroyar.

Hetta skrivar corona.fo.

942 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.

Í løtuni eru 119 smittað í Føroyum, og hetta eru níggju færri enn í gjár; tað kemst av at átjan fólk ikki longur eru skrásett sum smittað.

Ein persónur við koronu er innlagdur, og harvið er ein útskrivaður síðani tølini vórðu gjørd upp í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder