Innanlands

Níggju Nato herskip í føroyskum sjógvi

Flotavenjingin hjá Nato fór í gongd mánadagin, og hon er eisini í føroyskum sjógvi. Í kvøld eru fleiri herskip stødd eystur úr Nólsoynni

(Mynd: Vikmar / www.fishin.fo)

(Mynd: Vikmar / www.fishin.fo)

2022-06-17 23:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nógv skipavirksemi eystur úr Nólsoynni í kvøld. Talan er ikki um fiskiskip, men um Nato herskip, sum sigla aftur og fram.

Uttanríkisráðið kunnaði mánadagin um vejingina, sum hevur heitið Dynamic Mongoose. Venjingin byrjaði í Reykjavík og heldur á í 11 dagar og endar í Bergen.

- Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroysk sjóøki, at gera siglingarvenjingar. Flogið verður eisini í sambandi við venjingina, segði Uttanríkisráðið.

Sagt var eisini, at skipini ikki fara at venja millum oyggjarnar, ella á firðum og sundum, men hugsast kann, at okkurt av skipunum koma í føroyska havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder