Eystari Landsrættur viðger revsimál, sum eru avgjørd í Føroya Rætti, og sum eru kærd. Dómar, sum Føroya Rættur sigur, kunnu kærast til Eystara Landsrætt av ákæruvaldinum og av tí dømda. Eystari Landsrættur er vanliga í Føroyum tríggjar ferðir um árið.
Hesa ferð Eystari Landsrættur er í Føroyum, eru níggju revsimál á skrá. Fáar avmarkingar eru í, hvørju mál kunnu kærast, og tí eru málini, sum skulu viðgerast í landsrættinum ymisk. Málini snúgva seg milllum annað um neyðtøku, harðskap, grovan narkotikakriminalitet og brot á ferðslulógina.
Dómarnir, sum eru sagdir í Eystara Landsrætti, kunnu í útgangsstøðinum ikki kærast.
Føroya Politi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald