Innanlands

Níggju tilburðir í gjár

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-10-15 13:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru níggju nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, verður upplýst.

Samstundis eru 11 persónar eisini staðfestir frískir aftur, og sostatt minkar talið á aktivum tilburðum niður í 92. Eingin er í løtuni innlagdur við koronu.

729 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið, og í løtuni eru 220 persónar í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder