2021-07-16 11:41
Níggju tilburðir vórðu staðfestir í gjár, og nú er talið á smittaðum komið upp á 133 fólk.
Tvey fingu staðfest smittuna við kanning við komu til landið. Ein persónur fekk staðfest smittuna við kanning fimm dagar eftir komu til Føroya. Hini seks eru smittað í Føroyum. Fimm teirra eru partur av kendari smittuketu, meðan tað er ógreitt, hvussu ein persónur er smittaður.
Ein persónur varð í gjár staðfestur frískur aftur eftir at hava verið positivur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald