Innanlands

Níggju umsóknir til rektarastarvi í Suðuroynni

Fýra kvinnur og fimm menn vilja vera stjóri á Miðnámsskúlanum í Hovi. Tann, ið fær starvið, avloysir Rósu Heinesen 1. desember

Frestin at søkja starvið var úti nú mánadagin 23. september. Eftir hetta er greitt, at níggju umsóknir eru komnar til starvið

Frestin at søkja starvið var úti nú mánadagin 23. september. Eftir hetta er greitt, at níggju umsóknir eru komnar til starvið

2024-09-25 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Rósa Heinesen byrjaði í starvinum sum rektari í Miðnámsskúlanum í Suðuroy 1. februar í ár. 

Longu fyrst í september segði hon seg úr starvi. Tá staðfesti Rósa Heinesen fyri Krigvarpinum, at uppsøgnin einki hevði við Kristin Michelsen at gera. Borgarstjórin á Tvøroyri var ikki blíður, eftir at rektarin í summar hevði lagt eitt lesarabræv út.

Til ber at lesa tað her

Rósa Heinesen fer í annað starv 1. desember, og tá byrjar ein nýggjur persónur í starvinum í Hovi.

Frestin at søkja starvið var úti nú mánadagin 23. september. Eftir hetta er greitt, at níggju umsóknir eru komnar til starvið.

Kringvarpið skrivar í dag, at talan er um fimm menn og fýra kvinnur. 

Í lýsingini stóð millum annað, at persónurin skal hava leiðslu- og fyrisitingarligar royndir. 

Tað er ikki endaliga greitt, nær nýggi rektarin verður settur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder