2020-10-26 09:40

Tá freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 10. november var úti, var ein listi komin inn í Hvannasunds kommunu.
Á honum er níggju valevni – fimm menn og fýra kvinnur.
Tey, sum stilla upp eru hesi:
Listi A
- Jákup Martin Poulsen, aliformaður
- Ingrid Petersen, borgarstjóri
- Katrin Margreta Næs, fyrrv. miðnámsskúlalærari
- Pól Fuglø, formaður/samskipari
- Albert Johannesen, smoltalari
- Malena F. Sivertsen, stýrimaður
- Sanna Akurstein, fólkaskúlalærari og BA í samfelagsfrøði
- Jákup Ingi Thomsen, ljóðtøkningur
- Hans Fuglø Christiansen, alari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald