Tað eru nú farið framvið helminginum av valskeiðinum hjá Donald Trump. Forseti nummar 45 í røðini í USA hevur sanniliga verið í brennideplinum, og tað eru sera deildar meiningar um 72-ára gamla mannin. Trump hevur eitt søguliga lágt tal, tá tað kemur til, hvussu væl umtóktir hann er.
Val er aftur í 2020, og demokratarnir skulu finna ein, sum kann bjóða republikanaranum av. Tað er eingin greiðir favorittur í løtuni. Hesi níggju hava higartil bjóðað seg fram sum demokratiskt valevni:
Kamala Harris
Elizabeth Warren
Kirsten Gillibrand
Julián Castro
Tulsi Gabbard
John Delaney
Pete Buttigieg
Andrew Yang
Cory Booker
Valdysturin er longu farin í gongd, og í juni verða 12 kjak hildin av demokratunum. Um eitt ár - 3 februar - verður valt í fyrstu statunum. Til tað tíð verða fleiri av valevnunum ikki við longur. Fyrst í mars í 2020 er "Super Tuesday" á skránni. Tá er val í níggu statum. Millum annað í stóru statunum Texas og California ið telja nógv.
Spurningurin er so, hvat av omanfyrinevndu valevnunum sleppur at stilla upp ímóti Donald Trump. Í løtuni eru fýra kvinnur og fimm menn til reiðar, men tað kann verða, at onkur kemur uppá listan afturat.
Les meira um valevnini og valið hjá demokratunum á heimasíðuni hjá TV2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald