Innanlands

Níggju verkætlanir fingið stuðul til gransking

32 umsóknir um stuðul komu inn, og varð søkt um slakar 25 milliónir krónur – Játtanin er 7,5 milliónir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-25 17:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Níggju verkætlanir hava fingið tilsamans góðar átta milliónir krónur í stuðli frá Granskingarráðnum.

32 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um slakar 25 milliónir krónur, og er  játtanarparturin sostatt um 30 prosent, skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.

Helmingurin av játtanini er latin til ph.d.-verkætlanir.

Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

7,5 milliónir krónur vóru tøkar á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking í ár, og játtanin hevur verið óbroytt í fleiri ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað aftur.

Verkætlanir, sum hava fingið stuðul

Knút Háberg Eysturstein: "Hugtakið um tað føroyska í tónleikaútbúgving - tingingar um samleika og siðvenjufatanir" - Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.006.554

Heidi S. Mortensen: "Æðrakálking og hjartasjúkdómalæra av aldum laksi í Føroyum" - Ph.d. verkætlan á Fiskaaling - kr. 994.411

Jens Chr. Svabo Justinussen: "Resiliensur og samfelagsstýring undir COVID-19 farsóttini í Føroyum - ein djúpdarkanning av kreppuleiðslu og skipan í kommunala geiranum" - Ph.d. verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.094.580

Torstein D. H. Balle: "Sniðgeving av hitaskipanum til sethús, sum vísir bestu nýtslu av varandi orku og evni at virka eftir treytum, ið føroyska orkuskipanin ásetir" - Ph.d. verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 861.005

Maria Skaalum Petersen: "Føroyskir innflytarar í Danmark – sosial og heilsulig perspektiv" - Verkætlan á Deplinum fyri Heilsugransking á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 998.076

May-Britt Skoradal: "Kropslig venjing og kostbroytingar sum viðgerð av typu 2 diabetes" - Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 660.000

Agnes-Katharina Kreiling: "Broytingar í føði og lívssøgu hjá bleikjum og sílum í føroyskum vøtnum" - Verkætlan á Tjóðsavninum - kr. 975.837

Jónrit Halling: "FarGen-PGx: Samanrenningin millum ílegur og ymisk sløg av heilivági í føroysku populatiónuni" - Verkætlan á Ílegusavninum og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya" - kr. 435.770

Sunnvør í Kongsstovu: "Startskotið til genomatlasið fyri føroyska vistfrøði" - Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.030.072

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder