Uttanlands

Nikki Haley bjóðar Trump av

Vil vera republikanskt forsetavalevni til valið í 2024

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-02-16 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi amerikanska ST-sendikvinnan, 51 ára gamla Nikki Haley, er nú farin í gongd við valstríðið fyri at gerast forsetavalevni fyri republikanska flokkin í 2024.

Hon er sostatt fyrsta mótvalevnið til fyrrverandi forsetan, Donald Trump, sum setti hana í embætið sum ST-sendikvinna í 2017 til 2018 tá hon segði embætið frá sær.

Undan tí var hon í árunum 2011 til 2017 guvernørur í South Carolina.

Í gjár helt hon sín fyrsta valfund í Charleston heima í South Carolina. Á hesum fundi heitti Nikki Haley á republikanarar um at førka seg burtur frá “gomlum hugmyndum” og “fánaðum nøvnum”.

Hetta seinna varð fatað sum ein fjald viðmerking til Donald Trump, sum ætlar sær at vera valdur aftur í 2024.

- Vit eru til reiðar til eitt nýtt ættarlið, ið skal leiða okkum inn í framtíðina, segði hon millum annað á veljarafundinum.

Nikki Haley er dóttir til indiskar tilflytarar. Í røðu síni í gjár nevndi hon bert Trump við navni eina einastu ferð, tað var í sambandi við at hon greiddi frá sínum politisku royndum, og harvið sum fremsta ST-sendiboðið hjá fyrrverandi forsetanum.

Í hesum sambandi lovaði hon eisini at føra eina harðan politikk mótvegis teimum, ið virka ímóti USA, herundir Kina.

Roknað verður ikki við, at Haley verður einsamøll í stríðnum móti Donald Trump at gerast republikanskt forsetavalevni. Nøvn, ið verða nevnd í hesum sambandi eru guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, fyrrverandi varaforsetin, Mike Pence, og senatorurin í South Carolina, Tim Scott.

Nikki Haley boðaði frá síni uppstilling týsdagin. Donald Trump segði í samrøðu við Fox News Digital, at hann frøddist um at hon stillar upp.

- Hon skal gera tað, hon vil, og ikki føla seg bundna av tí sannroynd, at hon segði, at hon aldri fór at gera tað, var viðmerkingin.

Donald Trump vísti á eina útsøgn í 2021, tá Haley segði, at hon ongantíð fór at bjóða Trump av, skrivar Reuters. 

[object Object]
Donald Trump og Nikki Haley í ST-trygdarráðsfundi í 2018 (Savnsmynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder