Nikki Haley hevur nú tikið seg út úr stríðnum at gerast forsetavalevni fyri republikanska flokkin. So nú er bara Donald Trump eftir.
Boðini komu seinnapartin undir eini røðu í amerikanska statinum South Carolina. Røðan varð send á bæði CNN og BBC.
- Stundin er komin til at gevast við mínari kampanju, segði Haley.
Boðini koma dagin eftir sokallaða Super Tuesday, tá val var í 15 amerikanskum statum umframt Amerikanska Samoa í gjár.
Her gjørdist fyrrverandi forsetin, Donald Trump, vinnari í øllum statunum uttan einum. Nikki Haley vann í Vermont, lítla statinum í landnyðrings USA.
Hóast hon nú tekur seg aftur, so sigur Nikki Haley seg ikki beinleiðis stuðla Trump sum republikanskt forsetavalevni.
- Tað er nú upp til Donald Trump at hava atkvøðurnar uppibornar frá teimum veljarum í flokkinum, sum ikki hava atkvøtt fyri honum, sigur Haley.
Í røðu síni ynskti Nikki Haley Donald Trump til lukku við, at hann nú gerst forsetavalevni fyri republikanararnar.
- Eg vil ynskja tí, ið verður forseti USA, góða eydnu, segði hon, og legði afturat:
- Okkara land er ov dýrabært til at lata okkara ymiskleikar skilja okkum.
Nikki Haley er fyrrverandi guvernørur í South Carolina og hon hevur eisini verið ST-sendikvinna fyri USA.
Samanlagt megnaði Nikki Haley sostatt at vinna á Trump í tveimum statum. Í Vermont og í District of Columbia, har samveldishøvuðsstaðurin, Washington D.C. liggur.
Endaliga valið av republikanska forsetavalevninum fer fram í juli, tá 2.500 vald umboðsfólk hittast til konvent í Milwaukee í Wisconsin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald