Nikki Haley, sum í løtuni roynir at gerast forsetavalevnið hjá republikanarunum, ger greitt, at hon ikki vil verða varaforseti hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump, um hann aftur vinnur republikanska undanvalið.
Nikki Haley var ST-sendikvinna frá januar 2017 til desember 2018, og guvernørur í statinum South Carolina í árunum 2011 til 2017.
Hon hevur leingi sagt, at hon ikki ynskir at "verða nummar tvey", og fríggjadagin vísti hon enn einaferð aftur, at hon kann gerast varaforsetavalevni á amerikanska forsetavalinum í november.
– Eg vil ikki vera varaforseti hjá nøkrum. Tað er ikki ein møguleiki, sigur hon sambært Ritzau.
Á fyrsta republikanska undanvalinum í statinum Iowa, vann Trump greitt við 51 prosent av atkvøðunum. Ron DeSantis, guvernørur í Florida, var næstur við 21 prosent av atkvøðunum, og Nikki Haley fekk 19 prosent. Týsdagin er undanval í New Hampshire.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald